Landssjúkrahúsið og børnini

Nú hevur Jógvan við Keldu aftur ilt av Tórshavnar Kommunu og Landssjúkrahúsinum. Hetta liggur so djúpt í honum, at hann stundum fær herðindi.

Nú vil hann ikki, at børn hjá starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum skula fáa teir ansingarmøguleikar, sum neyðugir eru, um sjúkrahúsverkið skal halda uppi einum kappingarførum landssjúkrahúsi í Føroyum.
Søgan er sera einføld. Landssjúkrahúsinum vantar í løtuni ansingarpláss til børnini hjá teimum starvsfólkum, sum skula bera sjúkrahúsinum uppi.
Landssjúkrahúsið vil fegin loysa trupulleikan við sjálvt at fara upp í bygging av ansingarstovni, so allar Føroyar kunna hava eitt so gott landssjúkrahús sum møguligt.
Tórhavnar Kommuna hevur verið sinnað at fara í samarbeiði við sjúkrahúsverkið at loysa hendan álvarsama akutta trupulleikan.
Hugsanin hevur higartil verið at gera tað á nakað sama hátt, sum gjørt er saman við Føroya Tele, ið hevur goldið sín part av barnagarðinum Kurlu.
Her hevur arbeiðsplássið hjá foreldrunum tikið upp á seg at gjalda 80 prosent av íløguni í barnagarðin og kommunan 20 prosent. Av rakstrinum rinda foreldrini 30 prosent og kommunan 70 prosent.
Afturfyri fáa foreldur, sum arbeiða hjá Føroya Tele, framíhjárætt til at fáa síni børn inn á stovnin, og hetta hevur longu verið til gagns fyri Føroya Tele ? og hevur stytt um bíðilistan hjá kommununi.
Nú hevur Landssjúkrahúsið trupulleikan. Landssjúkrahúsið heldur seg ikki kunna bíða, til Tórshavnar Kommuna við síni trongu íløgukvotu nøktar allan ansingarstørvin í Havn, men vil taka stigið sjálvt - saman við kommununi.
Hetta er sostatt ikki ein spurningur um, at landið aftur skal leggja seg út í tey generellu barnaansingarmálini, sum eru løgd út til kommunurnar.
Hetta er ein spurningur um, at enn eitt arbeiðspláss í Havn, sum tænir øllum landinum, undir serligum umstøðum er sinnað til at veita sínum starvsfólkum eina serliga tænastu til tess at virka optimalt til frama fyri allar føroyingar. Og kommunan vil fegin hjálpa til.
Tað er tað harmiligt, at politikarar sum Jógvan við Keldu ikki eru komnir longur, enn at brúka Landssjúkrahúsið og tess starvsfólk í Havn sum lokalpolitiskar kastibløkur.
Øll tey, sum hava brúk fyri Landssjúkrahúsinum, hava eisini betri uppiborið.