Landssjúkrahúsið – nýggi bygningurin

A. Guttormur Djurhuus

 

Herfyri lá eg á Landssjúkrahúsinum í nakrar dagar. Tú fær skjótt viðring fyri teimum fryntligu, dugnaligu og arbeiðssomu starvsfólkum sum har arbeiða, og er tað við takksemi at tú staðfestir at slík fólk eru til. Verri er við teimum ytri kørmum, sum tey arbeiða innanfyri, og skal eg siga nakað um tað. Og eisini nakað um karmin hjá sjúklinginum.

Snotiligur sær hann út uttanífrá, nýggi bygningurin á Landssjúkrahúsinum. Í útsjónd helst eitt av teimum frægu arkitektaavrikunum her á landi. Og kemur tú inn í forhøllina, er har ikki minni snotiligt og hugnaligt. So fasaduni móti umheiminum bagir einki.

 

Tungt at halda reint

Tíverri kann ikki sigast tað sama um stovurnar, sum sjúklingarnir liggja á. Ráðgevararokningarnar hava verið stórar, men neyvan hevur nøkur vaskikona, portørur, virkandi sjúkrarøktarfrøðingur ella virkandi lækni verið millum ráðgevarnar. Tíverri er helst so at ein akademikari ikki spyr eina vaskikonu um nakað. Hvat skuldi hon vitað, sum ikki akademikarin veit? Jú, kanska kundi hon havt okkurt at sagt honum. Kanska okkurt um at krókar og skot eru ring at halda rein. At hyll skal vera á baðrúminum at seta frá sær toilettgreiðirnar á. At tað er óheppi at brúka vindeygakarm til hyll. At reingerð av lutum tú ikki røkkur er tvørlig og ikki uttan vanda. Sjónvørp eru hongd upp á veggin beint undir loftinum. Ikki er bert vónleyst at halda sjónvarpstólini rein, sum hanga uppi undir loftinum. Heldur ikki ber til at sjúklingur 1, og sjúklingur 2 hyggja eftir hvør síni rás. Mynd og ljóð fløkjast. So hví hava tvey sjónvørp? Eitt ófatuliga tápuligt hugskot! Og helst kundi tað verið so mangt annað, sum vaskikonan eisini kundi sagt arkitektinum.

Síðani Semmelweiss vísti á týdningin av reinføri á sjúkrahúsum, hevur stórur dentur verið lagdur á at halda reint, og sostatt halda nøgdina av mikrobum á einum so lágum støði sum gjørligt. Serliga týdningarmikið er tað blivið at halda reint, nú vit hava fingið multiresistentar bakteriur at stríðast við, og sum kunnu elva til sjúkrahússjúku. Tað er her vaskikonan kemur inn í myndina, sum hin helst týdningarmesti persónurin, men kanska hin minst virdi. Innrættingin sum heild ger arbeiðið hjá vaskikonunum tungt og trupult.

 

Eittans baðrúm til fýra sjúklingar

Í bygninginum eru m. a. stovur við tveim seingjaplássum. Í millum stovurnar er baðrúm við vesi. Tað merkir, at fýra sjúklingar eru um eittans baðrúm. Tað er ikki nøktandi. Sjúklingur kann av fleiri orsøkum hava brúk fyri at fara ofta í baðrúmið, og at kunna geva sær góðar stundir. Tað kann vera ringt um fýra sjúklingar skulu nýta sama rúm.

Portørarnir søgdu mær at tað var ikki lætt at koyra sjúklingarnar millum tær ymisku stovurnar og deildirnar til kanningar og annað. Fyri tað mesta restaði einir tveir tummar í til at kunna gera tað uttan ampa fyri sjúklingin og lættliga og skjótt fyri teir sjálvar.

 

Flakavirkisreglugerð hevði kunna bøtt um innrættingina

Tað kundi bøtt munandi um úrslitið um arkitektarnir høvdu hugt í eina fyriskipan um, hvussu eitt flakavirkið skal innrættast. Har hava vit neyva reglugerð. Hon kundi givi ábendigar um, hvussu tú innrættar fyri at tað skal vera lætt at halda reint og harvið minka um nøgdina av mikrobum. Eg ivist ikki í at teir kundu havt ognað sær reglugerðina fyri einki frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Spell at so einføld brek skulu skemma ein so stásiligan og dýran bygning.