LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Aftur í summar verða fleiri deildir á Landssjúkrahúsinum stongdar, men tó í minni mun í mun til undanfarnu ár. Orsøkin til afturlatingina er kend.
- Stovnurin skal spara og starvsfólk skulu í summarfrí. Við at lata aftur kunnu vit avgreiða frítíðina, avspáking og fyribyrgja upptjening av tímum, tá ið arbeitt verður halgidagar, sigur Marin Vang, sjúkrarøktarstjóri á Landssjúkrahúsinum.
Deildirnar E2 og E3 vóru afturlatnar í nógvar vikur í fjør, men hava opið sum vanligt í ár.
- Orsøkin til at hesar vórðu stongdar so leingi í fjør var, at tað var so trupult at útvega frítíðaravloysarar. Tað er ikki nógv lættari at útvega avloysarar í ár, men hinvegin ber tað ikki til at leggja so nógvar medisinskar sengur niður. Størsti parturin av sjúklingunum á medisinsku deildunum eru fólk, sum eru ógvuliga sjúk, røktarkrevjandi og tey sum koma inn akutt, og tá ber ikki til framman undan at siga, hvussu stórur tørvurin er. Vit miða eftir at hava so fáar deildir afturlatnar sum til ber, eisini fyri at minka um avleiðingarnar av afturlatingini. Hinvegin verða deildirnar latnar aftur um somu tíð sum annað virksemi í landinum verður skrúvað niður í og við, at summarfrítíð er. Avbjóðingin er at finna tað støðið av virksemi sum ger, at vit ikki renna okkum í trupulleikar. Tíðin fer at vísa um vit hava so mikið opið sum tørvurin er. Tað veldst um sjúklinga- og sjúkramynstrið, og summarið er vanliga ikki so hart í so máta - sum til dømis veturin við krímsjúku, influensu, beinbroti og øðrum, sigur Marin Vang.
Afturlatingarnar eru longu byrjaðar. Onnur medisinska deildin B7 hevur longu verið afturlatin í skjótt tvær vikur, og B6 hevur afturlatið í tvær vikur á páskum. B7 og B6 verða skiftivís afturlatnar frá viku 26 til 34, og so aftur í viku 51 og til við fyrstu viku í komandi ári.
Skurðdeildin A3, sum vanliga bert er opin yrkadagar, verður afturlatin í næstu og aðru viku, síðani aftur í summar frá viku 26 til og við viku 33, aftur í heyst í viku 42 og síðani síðst í árinum frá viku 51 til og við fyrstu viku í komandi ári. Í alt 1 3 vikur.
Psykiatriska deild ella deild 1 verður afturlatin á páskum í eina vika. Deild 3 hevur afturlatið frá viku 25 til og við fyrru helvt av viku 29, og deild 5 hevur stongt frá seinnu helvt av viku 29 og til og við viku 33. Deild 1 hevur sum undanfarin ár aftur stongt á jólum í eina viku.
- Endamálið er, at tær akuttu deildirnar eru afturlatnar minst møguligt, men tær meiri kronisku deildirnar verða latnar aftur fyri ein part, sigur Marin Vang.
Í nógv ár hevur staðið á at útvega nóg mikið av avloysarum. Til summar deildir er verri at fáa fólk yvirhøvur enn til aðrar deildir. Lýst hevur verið í føroyskum og donskum bløðum eftir sjúkrasystrum.
- Vit hava fingið fitt av afturmeldingum. Eisini verður ein flokkur av sjúkrasystrum liðugur í summar, sigur Marin Vang.
Er tað ringt at fáa sjúkrasystrar í avloysarastørv, er tað munandi verri at fáa læknar hendan vegin at arbeiða, tó ikki verri á sumri enn restina av árinum.