Næsta ár má Landssjúkrahúsið seta umfatandi sparingar í verk fyri at halda játtanina, sum er sett av á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Tað ger Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, greitt, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár.
Í ár fekk Landssjúkrahúsið eina munandi eykajáttan fyri at sleppa undan at seta sparingar í verk, og sostatt verður játtanin til Landssjúkrahúsið í ár tilsamans áleið 448 milliónir krónur.
Men á játtanini fyri næsta ár, fylgir øll eykajáttanin ikki við, og sostatt er ætlanin, at Landssjúkrahúsið skal fáa 441 milliónir krónur at arbeiða við næsta ár.
- Tí er tað eyðsæð, at stórar avbjóðingar eru fyri framman fyri at laga virksemið til játtanina, sigur Sirið Stenberg.
Hon sigur, at í hesum sambandi hevur stjórin fyri Landssjúkrahúsið gjørt greitt, at tað verður neyðugt at umskipa og at lækka virksemið munandi og í løtuni verður arbeitt fyri at fáa greiði á, hvussu tað kann gerast.
- Landssjúkrahúsið metir, at eftir tí, sum er sett av á fíggjarlógini næsta ár, skal Landssjúkrahúsið spara einar 16 milliónir næsta ár, sigur Sirið Stenberg frá Sjúkrahússtjóranum.
Nakrar av orsøkunum eru, at prísirnir eru farnir upp, serliga á tekniska økinum, á heilivági og á vørum til viðgerðar og røkt, umframt at lønirnar eru hækkaðar.
Og fyri at røkka sparingunum er tað neyðugt at seta munandi tiltøk í verk longu nú. Í hesum sambandi verður longu nú drálað við at seta fólk í starv og tað fer at halda fram næsta ár.
Sirið Stenberg sigur, at somuleiðis verður arbeitt við at fáa meiri samstarv millum sjúkrahúsini, eitt nú at gagnnýta seingjaplássini betri.
Har tað ber til, verða ymsar tænastuveitingarnar lækkaðar, umframt at stuðulsskipanir verða skerdar, og talið av hjálparlæknum verður lækkað. Harafturat verða heimildirnar at boðsenda fólkið til arbeiðis í úrtíð, avmarkaðar.
Hinvegin verður ein serstøk játtan upp á fimm milliónir sett av til at útvega fleiri serlæknar fyri.
Tað verður miðað eftir at skerja starvsfólkatralið við natúrligari frágongd, tað er kortini greitt, at tað slepst ikki undan uppsagnum kortinim, verður staðfest, nú fíggjarlógin fyri næsta ár verður løgd.