Landssjúkrahúsið
? Vit fara at taka øll neyðug stig fyri at ætlaðu umleggingarnar á landssjúkrahúsinum ikki verða settar í verk
Sjúkrarøktarfrøðingarnir á Landssjúkrahúsinum hótta nú beinleiðis við verkfalli, verða ætlaðu umleggingarnar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum settar í verk.
Tær gera nú Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í heilsumálum púra greitt, at tær fara undir ongum umstøðum at góðtaka ætlaðu umleggingarnar á Landssjúkrahúsinum.
Leiðslan á Landsjúkrshúsinum ætlar at siga nøkrum sjúkrarøktarfrøðingum á føðideildini á Landssjúkrahúsinum upp og at lata ljósmøðurnar yvirtaka arbeiðið.
Ljósmøðurnar eru á vakt kortini, men verða bara tilkallaðar, tá ið kvinnur skulu eiga. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum vil tí hava tær at verða við í vanliga arbeiðnum á føðideildini fyri at fáa meiri nyttu burturúr teimum. Tað fer at kosta átta sjúkrarøktarfrøðingum á føðideildini, starvið.
? Eitt slíkt stig kann ikki fatast sum annað enn ein krígsavbjóðing ímóti felag okkara og hetta áttu tygum sum landsstýrismaður fyri javnaðarflokkin og sum fakfelagsvinur at verið tann fyrsti til at fata, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar við Landsstýrismannin.
Felagið sigur eisini, at tað er til reiðar at taka øll neyðug stig fyri at forða fyri, at ætlaða umleggingin verður sett í verk.
Eru tit eisini til reiðar at fara í verkfall?
? Vónandi verður tað ikki neyðugt, men vit fara at gera tað, sum er neyðugt fyri at forða fyri at umleggingarnar á føðideildini verða settar í verk, sigur Jana H. Dalsgaard, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Brot á reglur og siðvenjur
Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar kann als ikki góðtaka, at eitt arbeiðsøkið, sum altíð hevur verið væl og virðiliga røkt av okkara limum, á henda hátt, við væl fyrireikaðum snildum, verður flutt til ein annan fakbólk.
? Hetta er greitt í stríð við allar siðvenjur á arbeiðsmarknaðinum, sigur felagið.
Felagið sigur, at ætlaðu umleggingarnar føra við sær, at arbeiðið, sum sjúkrarøktarfrøðinga altíð hava røkt, nú skal flytast til ljosmøðurnar, uttan haldgóðar grundgevingar .
? Hetta verður gjørt mitt í einum sáttmálaskeiði og er eitt greitt brot á allar arbeiðsrættarligar reglur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava skyldu at halda.
Er tað ikki ein partur av uppgávuni hjá leiðsluni at leggja arbeiðsgongdina til rættis og hevur leiðslan ikki rætt til tað?
?Leiðslan hevur rætt til at leiða og skipa arbeiðið. Men hon hevur ikki rætt til at leggja tað arbeiðsøkið, sum eitur sjúkrarøkt, undir ein annan fakbólk. Og tað er hetta, sum er kjarnin í málinum, sigur forkvinnan í Felagnum fyri Sjúkrarøktarfrøðingar.
Men hvør heldur tú so er orsøkin til at ætlanin er at seta umleggingarnar í verk. Er tað fyri at spara ella eru hetta forsvarligar umleggingar, soleiðis, sum leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur ført fram.
? Forsvarligar umleggingar er tað í hvussu so er ikki, sigur Jana H. Dalsgaard.
Àtaluvert
Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar mótmæla sostatt harðliga umleggingunum, sum ætlanin er at gera á føðideildini.
? Føðideildin á Landssjúkrahúsinum er ikki bara ein føðideild. Tað er eisini ein sjúkradeild.
Tað merkir at hon er eisini ein deild, har sjúkar barnakonur liggja. Tað er eisini ein neonatal deild. Tað merkir, at á føðideildini á Landssjúkrahúsinum liggja eisini børn, sum eru fødd ov tíðliga, umframt sjúk børn og børn við breki annars.
? Sostatt er føðideildin á Landssjúkrahúsinum eisini ein sjúkradeild og tí kann hon ikki samanberast við føðideildir í hinum Norðanlondunum, sigur Jana H.Dalsgaard.
Men bæði ljósmøðurnar og leiðslan á Landssjúkrahúsinum føra fram, at ljósmøðurnar eru fult útbúnar til at átaka sær at røkja sjúk pinkubørn og sjúkar barnakonur?
? Eg vil bara vísa á, at á neonatalum deildum í Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi og Finlandi, arbeiða bara læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, tí talan er um sjúkradeildir. Tað kemur ikki fyri, at ljósmøður arbeiða har og tað er ikki uttan orsøk, sigur forkvinnan í Felagnum føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
? Tað er eisini átaluvert, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum roynir at billa Føroya Fólki inn, at umleggingarnar fara at føra við sær, at dygdin í røktini fer at hækka. Tað er beinleiðis ósatt. Tvørturímóti fer støðið í sjúkrarøktini at fella, leggur hon afturat.
Felagið fyri sjúkrarøktarfrøðingar vísa eisini á, at fyri nøkrum árum síðani var pinkubarnadeyðin í Føroyum tann hægsti í Norðanlondum.
? Síðani er gongdin vend, so at barnadeyðin í Føroyum nú er tann lægsti í øllum Norðanlondum.
? Hetta er ikki minst sera dugnaligum sjúkrarøktarfrøðingum á føðideildini og barnalæknunum fyri at takka.
Jana H. Dalsgaard sigur, at tað kanska serliga er barnalæknanum, Ulrikku Steuerwald, fyri at takka, at barnadeyðin lækkaði, tí hon gjørdi nógv av at senda sjúkrarøktarfrøðingar á føðideildini á skeið á neonatalum deildum í øðrum londum, so at tær nú mugu metast at vera serfrøðingar á økinum.
Tí heitir Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á landsstýrismannin í heilsumálum um at bera so í bandi, at ætlaðu umleggingarnar á Landssjúkrahúsinum ikki verða settar í verk.