- Í løtuni framleiðir Landssjúkrahúsið sjúkar ljósmøður, og einasta átak frá sjúkrahúsleiðsluni, ið endurtekur seg, eru hóttanir mótvegis hesum ljósmøðrum.
Tað skrivar Ljósmøðurfelag Føroya sum svar til viðmerkingarnar hjá Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóra, til in.fo í gjár um ósemjuna millum ljósmøðurnar og leiðsluna á sjúkrahúsinum. Í hvassorðaðum lesarabrævi, sent til fjølmiðlarnar í nátt, finst felagið at sjúkrahússtjóranum, ið felagið metir hóttir ljósmøðurnar.
- Nú verða sjúkar ljósmøður aftur hóttar av sínum stjóra. Samstundis, sum hann sigur seg ynskja eina loysn. Tað er løgin framferð, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Felagið vísir víðari á, at síðan partarnir møttust í Fasta Gerðarrætti er støðan einans versnað, og at nýggjastu viðmerkingarnar ikki bøta um støðuna.
- Tá fleiri ljósmøður gjørdust sjúkar, valdi stjórin at draga tær í Fasta Gerðarrætt. Gerðarrætturin staðfesti, at vánaligu arbeiðsumstøðurnar hjá ljósmøðrunum sannlíkt vóru orsøkin til mongu sjúkraskrivingarnar. Síðan eru enn fleiri ljósmøður vorðnar sjúkar av ótolandi arbeiðsumstøðunum, sum bert eru versnaðar síðan gerðarrættarmálið. Nú eru bert 25% av tøkum ljósmøðrum eftir til arbeiðis.
- Heldur enn at loysa málið, og skapa eitt starvsstað har fólk trívast, so velur sjúkrahússtjórin enn einaferð alment at hótta tær, ið eru sjúkraskrivaðar. Hann kallar beinleiðis sjúkraskrivingarnar meiningsleysar í miðlunum. Hann sigur seg fara at koma við onkrum tillagingum í vikuni, og so kunnu ljósmøðurnar gera upp við seg sjálvar, um tað er eitt stað tær ynskja at vera, ella ikki. At blíva við at vera sjúkrameldaður, tað gevur onga meining, heldur Johnny í Grótinum.
Ein framferðarháttur metir felagið er ikki bara niðrandi fyri ljósmøðurnar, men eisini fyri kommunulæknarnar, ið hava sjúkrameldað tær.
- Hvar er virðingin fyri starvsfólki, ið gerast sjúk?
- Og hvat munnu kommunulæknarnir halda um hetta?
- Leggur stjórin teir undir at hava sjúkramelda meginpartin av einum fakbólki á Landssjúkrahúsinum uttan orsøk?
Harumframt undrar tað eisini ljósmøðurnar, at stjórin hevur ráðført seg við ein annan starvsbólk viðvíkjandi møguligar leiðslubroytingar á deildini.
- Viðvíkjandi komandi tillagingunum sigur stjórin, at hann hevur spurt sjúkrarøktarfrøðingarnar um loyvi at geva ljósmøðrunum ábyrgd av einum parti av barsilsøkinum. Stjórin sær onga andsøgn í, at ljósmøður, ið hava serútbúgving innan alt barnakonuøkið, ið er viðgonga, føðing OG barsil, bert skulu sleppa at virka innan alt serøkið teirra, um annar starvsbólkur loyvir tí.
- Hvussu samsvarar tað við hvør eigur leiðslurættin á Landssjúkrahúsinum?
Felagið endar skrivið við at vóna, at sjúkrahússtjórin fer at finna eina loysn á málinum.
- Vónin er, at stjórin heldur leggur alla orku sína í at finna eina virðiliga og varandi loysn til frama fyri føroysku barnakonurnar.