Landssjúkrahúsið flutt inn á Eirargarð 16

So hendi tað aftur. Landssjúkrahúsið, sum kom inn á Eirargarð 14 við eini sjúkradeild, er nú eisini flutt inn á 16. Nú eru tvær sjúkradeildir á Eirargarði 14-16, ið eru samanbygd hús.

 

Helena og Hanus Samuelsen

Í Hoyvík 17. nov. 2001

?????????????????????


Dóttir okkara hevur búð á Eirargarði 16 síðan 1980, tá hetta hús var bygt at hýsa fólki, ið tørvaði pedagogiska hjálp og stuðul. Tað er so løgið, at sjúkrahúsið flytur inn á somu adressu, og eingin spyr tey, ið búgva har frammanundan, um onnur kunnu koma inn til tey at búgva. Vóru tey spurd, áttu vit at vita tað, tí dóttir okkara er ómynduggjørd, so vit eru ikki bara hennara foreldur, men eisini hennara verjar.

Nú spyrja vit, hvør hevur ábyrgdina av tí, sum hent er:

landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum?

sjúkrahússtjórin/-leiðslan?

stjórin fyri serforsorgini?

onnur?


Til kunningar: Sjúkradeildin, ið var tikin í nýtslu nú, 15. nov. 2001, er í sunnara enda á Eirargarði 16B norður, sum er heimið hjá 5 fólkum.

Og vit spyrja, hvør okkara er so hjartagóður, at hann hevði loyvt gjøgnumgongd til sjúkradeild ígjøgnum sítt heim dag og dagliga og fleiri ferðir um dagin? Hetta er tað, sum verður álagt teimum at tola, sum ikki eru før fyri at mótmæla.

Hans Dalsgaard, sáli, gjørdi einaferð eina yrking, tá hann helt toruna ganga ov nær. Yrkingin ljóðar:


Meg hugbítur mangan,

at her kom ein profetur

í Jeramiasar líki,

við hevjaðum hondum

og logandi eygum,

at skelka samvitsku teirra,

ið gloyma skaparans minstu ? 

sum siga í háfloygdum røðum,

til handaklapp

og hurrá:

»Tað er ikki produktivt,

at byggja borgir

til býtt børn.«


Ár 2001 verður »borgin« tikin frá teimum. Tey 15 fólkini kunnu nú flýggja saman. Hvar skulu tey fara?