Hóast eykajáttanin til Landssjúkrahúsið ikki fylgir meginregluni í játtanarskipanini, fær Landssjúkrahúsið pengarnar Landssjúkrahúsið fær 28 milliónir krónur aftrat í ár, men fíggjarnevndin hjá Løgtinginum heldur, at tað er alt ov stórur munur millum játtanina í fíggjarlógini og nýtsluna.
Tað sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.
Meginreglan er, at bara tá okkurt óvæntað hendir, sum broytir fortreytirnar so nógv, at landsstýrisfólkið ikki heldur tað bera til at spara so nógv uttan at kunna tingið, ber til at søkja um eykajáttan.
Eykajáttanin, sum Landssjúkrahúsið nú skal hava, er ikki í samsvari við hesa játtanarmeginreglu, sigur fíggjarnevndin. Nevndin vísir á, at øktu útreiðslurnar, sum landsstýrið nú biður um pengar til, vóru kendar, longu tá fíggjarlógin fyri 2008 varð gjørd og skuldu tí verið í fíggjarlóginí.