Tiltakið verður á royndarstøðini í Kollafirði Lagt verður til brots klokkan 10 fyrrapartin í morgin. Úrslitið av landsseyðasýningini verður greitt seint seinnapartin.
Beint omanfyri hálvthundrað seyðir úr øllum landinum eru meldaðir til landsseyðasýningina. Dómarapanelið verður sett saman av kunnugum monnum úr øllum landinum.
Reglarnar fyri landsseyðasýningina eru, at einans seyðir, ið hava fingið fyrstu premiu ella betri á lokalari sýning, kunnu meldast til. Hvørt sýnsøki kann melda til við í mesta lagi: trimum veðragjólingum, einum veturgomlum og einum tvævetur - ella eldri veðri.
Seyðurin skal verða sýnaður lokalt, eftir reglum samtyktar av stýrinum fyri seyðasýnsmenn, dagfest í Kollafirði tann 13. mars í 2010. Reglurnar finnast á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni www.bunadarstovan. Seyðurin skal vera nøktandi viðgjørdur fyri sníkar eftir leiðbeining frá virkandi djóralækna. Flutningsloyvi skal vera fingið til vega frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni eftir serstakari avtalu millum Búnaðarstovuna og landsdjóralæknan soleiðis, at seyðurin hevur flutningsloyvi til og frá sýningini. Hvør hagapartur sær søkir loyvi, sum skal kunna vísast fram á ferðini eftir umbøn.
Seyðasýningar hava verið kring alt landið tær farnu vikurnar, og verða tað teir lokalu vinnarnir sum seta hvørjum øðrum stevnu í Kollafirði.
Vinnarnir í morgin fáa premiu og heiðursbræv.
Fyrireikarnir leggja herðslu á, at tiltakið er alment, men tiltakið verður hampuliga drúgt. Kalt er á royndarstøðini, og tí er skilabest at verða væl ílætin.









