Landsroyndin skal haldast

Bjørn Kalsø slær fast, at tað kemur ikki upp á tal at avlýsa landsroyndirnar

 

 

Felagið Heim og skúli hevur heitt á landsstýrismannin í mentamálum um at avlýsa landsroyndirnar í ár, nú tekniskir trupulleikar bóru við sær, at royndin ikki kundi haldast eftir ætlan.

 

Men Bjørn Kalsø slær fast, at tað kemur ikki upp á tal at avlýsa royndirnar. Við útvarpið hjá Kringvarpinum segði Bjørn Kalsø í dag, at landsroyndir skulu haldast sambært fólkaskúlalóggávuni, og at sama lóggáva ikki inniheldur møguleika at avlýsa landsroyndina.

 

Í mun til upprunaætlanina verður landsroyndin nú gjøgnumførd við pappíri og penni, ístaðin fyri talgildu royndina, sum fullkomuliga miseydnaðist.