Landsrætturin gera av um grindalógin er ólóglig

Rættartrygdin hjá føroyingum er í álvarsligum vanda

 

 

 

Nú skal landsrætturin taka støðu til  um nýggja, føroyska grindalógin, er ólóglig, ella ikki.

 

Eftir at nýggja grindalógin varð sett í gildi, stevndi, Henrik Weihe Joensen, ráðgevari í trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum, Fiskimálaráðnum, tí eftir hansara tykki er grindalógin ólóglig.

 

Løgreglan hevur ein týðandi leiklut í grindalógini, men løgreglan er donsk, og tískil er tað bara Fólkatingið, og ikki Løgtingið, sum kunnu gera lógir, sum umfata løgregluna, heldur Henrik Weihe Joensen.

 

Men hann tapti í Føroya Rætti, tí rætturin sigur, at hann hevur onki rættarligt áhugamál í hesum, tí hann er ikki partur í málinum.

 

Samstundis sigur rætturin, at ein serlig nevnd er sett at taka støðu til spurningar um, hvussu ein myndugleiki skal býtast ímillum danskar og føroyskar myndugleikar.

Tì vísti rætturin málið frá sær.

 

Men Henrik Weihe Joensen, hevut nú skotið málið inn fyri landsrættin. Hann vísir á, at Føroya Rættur hevur bara tikið støðu til tað formliga í málinum, og hevur ikki til málið sjálvt, altso um grindalógin er lóglig ella ikki.

 

Hann vísir eisini á, at nevndin, sum skal avgerða ivaspurningar um eitt mál er danskt, ella føroyskt, er ongantíð brúkt.

 

- Dómurin máar støðið undan fólkaræðinum í Føroyum, tí tað er ógreitt, hvør er rætti lóggávumyndugleiki í ávíkavist yvirtiknum málum og felagsmálum.

 

- Sambært Føroya Rætti, kunnu danskir og føroyskir myndugleikar nú avtala seg fram til lóggávumyndugleikan, uttan at borgarin kann gera nakað við tað.

 

- Verður hetta rættarstøðan í Føroyum, vil eg meta, at rættartrygdin hjá borgarum, og fólkaræðið í Føroyum, er álvarsliga í vanda, tí so kann útinnandi valdið í Danmark og í Føroyum avtala hvat sum helst viðvíkjandi herdari lóggávu mótvegis borgarum í Føroyum, uttan at borgarar kunnu royna málið í rættinum, sigur Henrik Weihe Joensen.

 

Les meiri um hansara sjónarmið um grindalógina, og dómin í Føroya Rætti, við at trýsta HER