Finnleif Guttesen
Løgtingslimur í Suðurstreymi mælir til, at Føroyar skal vera eitt valdømi, tí alt ov nógvur lokalpolitikkur er í løgtingsarbeiðinum.
Sami løgtingslimur, ið vil føra landspolitikk, sigur í sama andadrátti, at viðkomandi má sleppa at verja sítt lokaløki, tá hetta øki verður kriteserað fyri at hava alt, og taka restina frá hinum.
Hvar er logikkurin, er tað landspolitikkur tá í viðkomandi verjur Suðurstreym, og lokalpolitikkur tá ið onkur løgtingslimur úr Norðoyggjunum,Sandoy, Vágum og Suðuroy verjur sítt øki?
Veruleikin er jú, at summir løgtingslimir duga at standa saman, uttan mun til politiskan lit, og draga til sítt øki, meðan aðrir hvørki hava viljan, dirvi ella duga og tískil einki fáa til sítt øki.