Hetta áttu allir føroyingar at fegnast um, men so er ikki. Tí sambært orðabókum, kann orðið ?region? millum annað týðast til tað føroyska _landspartur?. Út frá hesum verður so komið fram til, at danir nú royna at gera Føroyar til danskan landspart. ? Ein funnin fressur hjá teimum, sum vilja tosa fyri fullveldi.
Brot úr lesnaðinum
Inni á heimasíðuni hjá felagsskapinum ?Hesaferð?, kann ein millum annað lesa hesi brotini:
?Tað er hvørki minnilutamál, ella landspartamál ? tað er okkara mál, og vit vilja hvørki vera minniluti, ella landspartur.?
?Einki skal okkara mál leggjast undir onnur?
? .. so seint sum í 1997 proklameraði ein føroyskur sambandsløgmaður, at føroyskt er eitt minniluta-landspartamál hjá einum øðrum landi (Danmark)?. Víðari sigur hesin:
?Talan er ikki um tilætlaðan tramansskap, men heldur um óupplýsni og óvitan?.
Hvør er óupplýstur
og óvitandi?
Øll, ið hava atgongd til internetið, kunnu fara inn á heimasíðuna hjá Fólkatinginum, og har síggja bæði uppskotið hjá uttanríkisráðharranum, og allan sáttmálan hjá Europaráðnum.
Sostatt skuldi verið óneyðugt at gitt um innihaldið.
Høvdu orðabøkurnar nýtt eitt annað orð enn ?landspartamál?, ella hevði orðið als ikki verið týtt til føroyskt, so hevði helst eingin trupulleiki verið.
Hvussu skal ein donsk stjórn, sum ikki skilir føroyskt, vita, at týðingin kann skapa slíkt rumbul? Og hvussu kunnu vit leggja donsku stjórnina undir at hava fjaldar ætlanir við hesum, tá Danmark er eitt av teimum ellivu limalondunum í Europaráðnum, ið hava undirskrivað sáttmálan? ? Halda vit at Danmark er einaráðandi í Evropa ?
Áttu at tosað saman
Um danir hava mistikið seg, so er at siga tað við teir, so at mistakið kann rættast. Tað gevur onga meining at leggja teir undir bæði líkt og ólíkt - tí at teir ikki skilja føroyskt.
Helgi Abrahamsen