Danski venjarin er kendur fyrilestrarhaldari í Danmark, og hann er kendur fyri at duga serliga væl at sameina gullkorn úr ítróttarheiminum við ítøkiligar royndir frá vinnulívinum.
Í sínum fyrilestri fer hann at hugleiða um, hvussu man kann. menna førleika, dygdir og eldhuga hjá starvsfólki, og hann fer at samanbera tað við dømir úr hondboltsheiminum. Harafturat kemur hann við dømum um, hvørji amboð kunnu nýtast til at fáa teir bestu førleikarnar hjá einstøku starvsfólkunum fram. Talan er um ein fyrilestur við einum løttum og skemtiligum tóna, har greitt verður frá, at tað eru dugnasemi og eldhugi, sum eru lyklaorðini.
Tað ber enn til at tekna seg til tiltakið á heimasíðuni hjá BankNordik. Tiltakið verður í høvuðssætinum hjá BankNordik á Oknarvegi klokkan 16 í morgin.