Landsliðsvenjari stríðist við spælarakonur

Franski landsliðsvenjarin, Didier Deschamps fær nógv ilt omanyvir seg frá ymiskum spælarakonum

At verða landsliðsvenjari hjá einari stórari fótbóltstjóð, sum Fraklandi kann verða ríkiliga torført í sær sjálvum, men franski landsliðsvenjarin, Didier Deschamps hevur eisini fingið nakrar spælarakonur at stríðast við, sum eru alt annað enn nøgdar við hansara arbeiði, sum høvuðsvenjari fyri franska fótbóltslandsliðið.

 

Unnustan hjá Samir Nasri, Anara Atanes gjørdist dansandi óð, tá hon varð snýtt fyri ein túr til HM-endaspælið í Brasil farna summar. Á Twitter skrivaði hon grov og niðrandi orð um Didier Deschamps, og tað letur til, at Anara Atanes hevur "inspirerað" aðrar spælarakonur at gera tað sama.

 

Tá Deschamps valdi málverjan hjá Rennes, Benoit Costil framum málverjan hjá Montpellier, Geoffrey Jourdren til franska landsliðshópin, gjørdist hetta ovboðið hjá Noemie Jourdren, sum er kona Geoffrey Jourdren. 

 

Á sínari facebook-vangamynd skrivaði Noemie Jourdren: "Deschamps, eg vóni tú doyrt í morgin!".

 

Neyvan hava hesir neyðars spælarar ein størri møguleika at verða úttiknir til franska landsliðið, aftaná grovu útfølluni hjá konum teirra. Men Didier Deschamps hevur víst nógvar dygdir sum spælari og venjari, so tað verður spennandi at síggja hvussu leikur fer framyvir.