Talan er um Odmar Færø, sum kemur heim at spæla við B36 restina av hesum kappingarárinum. Hann er gamal kenningur í árstalsfelagnum, sum hann hevur umboðað frá 2007 til 2012.
Odmar Færø hevur verið nógv skaddur í seinastuni, meðan hann hevur spælt við Forfar Athletic í Skotlandi. Nú er tó ljós fyri framman, eftir at hann 10. mars fór undir skuð fyri skaðan í fótliðnum.
- Síðani skurðviðgerðina havi eg roynt at venja upp aftur spakuliga. Eg eri ikki í topp form enn, men skurðviðgerðin gekk væl. Eg ætli mær at verða klárur at spæla fyri tað fantastiska felagið, sum er B36, sigur Odmar Færø.
Sáttmálin er ikki endaliga komin upp á pláss, men tað tykist bara sum smálutir, ið mangla.
- Sáttmálin er ikki heilt endaligur enn, men eg verið í hvørtfall í B36 fram til kappingarenda, sigur Odmar Færø.
Miðverjin fekk sítt gjøgnumbrot á landsliðnum fyri tveimum árum síðani, men skaðar hava darvað honum síðani. B36 er í løtuni oddalið í landskappingini.










