Landsliðsspælari skrivar undir við B36

Mattias H. Lamhauge hevur í dag bundið seg til at vera B36 spælari fram til og við 2023

Í gjár skrivaðu tveir av ungu monnunum, ið eru uppvaksnir í B36, og sum í ár eru vornir fastir menn á liðnum, undir sáttmálar, sum binda teir at árstalsfelagnum fram til og við 2023. Talan var um Martin Agnarsson og Andrass Johansen.

 

Í dag hevur ein av ungu monnunum aftrat skrivað undir tvey ára sáttmála við B36. Felagið skrivar soleiðis á heimasíðu síni í kvøld:

 

Annan dagin á rað varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður í B36-húsinum.

 

Hesa ferð var tað Mattias Heðinsson Lamhauge, sum setti sína undirskrift á, og á pappírinum stendur, at sáttmálin er galdandi til og við 2023.

 

Mattias kom til hópin hjá okkum í fjør, og hann varð av teimum flestu roknaður sum triðja val millum stólparnar. Framstigini hava tó verið stór, og hann hevur í ár vunnið sær støðu sum fyrstaval hjá Dan Brimsvík, og at hann nú er vorðin partur av landsliðshópinum, er vælsaktans eisini tekin um, at tað eisini eru onnur enn vit, sum duga at síggja góðu evnini.

 

- Vit eru sera fegin um, at vit hava tryggjað okkum málverjasessin næstu kappingarárini. Mattias hevur víst framúr hugburð undir bæði venjing og dysti, og eingin ivi er um, at hann saman við restini av hópinum eisini fer at leggja afturat í sínum spæli komandi árini, sigur Magni Vatnhamar Mouritsen, formaður í B36.

 

Sambært faroesoccer.com hevur Mattias Lamhauge vart B36 málið í 13 av teimum 14 landskappingardystunum, sum B36 hevur spælt. 21 ára gamli Mattias Lamhauge hevur spælt 24 landskappingardystir í bestu deildini. Í 2019 varð hann leigaður úr barndómsfelagnum HB og til AB, har hann vardi málið í bestu deildini í 10 dystum.

 

Í fjør flutti Mattias úr HB og í B36, har hann hevur vart málið í bestu deildini í 14 dystum og nú er fastur maður millum stólparnar á besta liðnum.