Norðlýsið skrivar í dag, at KÍ er holt við at fáa Valerijs Sabala í hópin. Áleyparin er skrásettur fyri 53 landsdystir fyri Lettland og hevur skorað 12 mál. Hann spældi millum annað við í málleysa javnleikinum móti Føroyum í 2017 á Tórsvølli.
Formaðurin hjá KÍ, Tummas Lervig, hevur fleiri feðir víst á, at KÍ leitar eftir einum ella tveimum spælarum afturat. Millum annað skal ein avloysari finnast fyri Bob Sumareh, sum ikki heldur fram.
Her setir Norlýsið KÍ í samband við fyrrverandi landsliðsspælara hjá Lettlandi. Hann er bara 27 ár, so tað er ikki óhugsandi, at hann kann vinna sær pláss á landsliðnum aftur. KÍ vann sunnudagin Stórsteypadystin móti B36.