Landsliðsspælari er nú uttan felag

Í síðstu viku mynstraði hann av í felagnum, og í dag fer hann at spæla við landsliðnum

Mynd: Nykøbing FC

Klokkan 16.15 fer kekkiski dómarin Tomas Klima at bríksla fyri fyrstu ferð í Klaksvík, har Føroyar og Serbia í dag fara at spæla síðsta dystin í U-21 EM undankappingini.

 

Millum drúgvastu spælararnar á føroyska U-21 landsliðnum hevur Lukas G. Giessing verið. Hann er skrásettur fyri 17 U-21 landsdystir. Um hann kemur á vøllin í dag, so verður hann millum teir heilt fáu, sum hava verið 18 ferðir á U-21 landsliðnum. Eingin hevur verið fleiri ferðir á hesum landsliðnum enn 18 ferðir.

 

Mikudagin í síðstu viku var Lukas G. Giessing millum teir fyrstu ellivu, tá ið Føroyar taptu 4-0 á heimavølli ímóti Ukraina. Hann hevur síðstu tíðina umboðað Nykøbing FC, sum endaði á sætta plássi í næstbestu donsku deildini.

 

Nú er tað greitt, at Lukas G. Giessing fer ikki at halda fram í felagnum á Falster. Fyrrverandi danski landsliðsspælarin Claus Jensen er managari í felagnum, og hann sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at Lukas G. Giessing er millum teir spælararnar, sum ikki fara at halda fram í felagnum.

 

Við heimasíðuna hjá felagnum sigur Lukas G. Giessing, at hann er glaður fyri mánaðirnar, sum hann hevur verið í felagnum, og at hann kennir seg vera mentan sum spælara, síðani hann á nýggjárinum flutti í felagið. Einki verður sagt um, hvat felag, Lukas G. Giessing nú fer at umboða.

 

 Í Føroyum umboðaði Lukas G. Giessing, sum í síðsta mánað varð 22 ár, AB í 2019. Tá spældi hann 12 dystir og skoraði fimm mál í Betri Deildini. Í fjør var hann í HB, har hann tilsaman spældi 14 dystir. Fýra vóru í bestu deildini, tveir vóru í steypakappingini, og hinir vóru í næstbestu deildini, har hann skoraði fýra mál.

 

Mynd: Nykøbing FC