Landsliðsspælari er aftur í B36

Púra óvæntað er tað, at Sonni Ragnar Nattestad í kvøld er í miðverjuni hjá B36

Klokkan 19 verður fyrsta bríksl millum KÍ og B36 í Klaksvík.

 

Púra óvæntað er tað, at landsliðsspælarin Sonni Ragnar Nattestad er í B36 miðverjuni. Hann hevur vant við B36 í vetur, meðan hann hevur bíðað og vónað, at tað fór at eydnast at finna nýtt felag uttanlands. Teir í B36 hava ikki havt áhuga at skriva sáttmála við Sonna Ragnar, sum áður hevur umboðað B36.

 

Men í kvøld er Sonni Ragnar í B36 miðverjuni saman við danska Thor Høholt. B36 hevur einki sagt á heimasíðu síni um, at sáttmáli er undirskrivaður við landsliðsspælaran, men tað ber ikki til at spæla í bestu deildini uttan sáttmála, og harvið er tað greitt, at sáttmáli er skrivaður millum B36 og Sonna Ragnar Nattestad.

 

Danski B36 miðverjin Lukas S. Enevoldsen er skaddur, og tá ið Andrias H. Eriksen er langtíðarskaddur hevur tað verið neyðugt at finna nýggjan miðverja. Magnus Egilsson og Eli Falkvard Nielsen hava verið miðverjar. Tann fyrri er í kvøld vongverji í vinstru, og Eli Falkvard Nielsen, sum nú er liðformaður, er á sentrala miðvøllinum saman við Magnusi Holm Jacobsen. Bjarni Petersen, sum hevur verið skaddur, er í kvøld á B36 beinkinum, og tað er Ragnar Samuelsen, sum eisini hevur loyst av í miðverjuni, eisini.

 

Hjá KÍ er tað merkis vert, at Jesper Brinck er á beinkinum, og at Mads Bo Mikkelsen er vongverji í høgru. Nýggjur á sentrala miðvøllinum sammett við teir fyrstu ellivu á Skála fyri einari viku síðani er Deni Pavlovic.

 

 

 

KÍ – B36 kl. 19.00

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Mads Bo Mikkelsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick da Silva – Deni Pavlovic, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjartalíð

 

Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Jesper Brinck, Jonn Johannesen, Jákup N. Vilhelmsen, Olaf K. Hansen, Børge Petersen, Claes Philip Kronberg

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen

 

B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Thor Høholt, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson – Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen – Andrass Johansen, Michal Przybylski, Bjarki C. Nielsen – Uros Stojanov

 

Á beinkinum: Hans Jørgensen, Bjarni Petersen, Jógvan K. Gullfoss, Andreas Thomsen, Brian Jakobsen, Símun Sólheim, Ragnar Samuelsen

 

Venjari: Dan Brimsvík