Víkingur er í holt við at tryggja liðið til komandi kappingarár. Seinastu tíðina eru fleiri sáttmálar gjørdir. Tveir landsliðsspælarar, ein brandur í verjuni og fleiri ungir spælarar hava gjørt nýggjan sáttmála.
Landsliðsspælararnir Arnbjørn Svensson, Bárður á Reynatrøð hava longt sáttmálan til endan av 2026. Tað hevur rennisterki bakkurin, Bergur Gregersen, eisini. Afturat teimum hava 18 ára gamli Ingi Arngrímsson, Páll Eirik Djurhuus og 20 ára gamli Áki Magnussen eisini longt sáttmálan.
Víkingur spælir í kvøld móti HB í seinnu hálvfinaluni í kappingini í Løgmanssteypinum. Dysturin verður í Sarpugerði klokkan 17.30.