Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn skipa í kvøld fyri tiltaki, har ársins heiðrar 2013 verða latnir.
Sum málverji verður tú ikki fagnaður eins ofta sum ein málskjútti, men leikluturin hjá aftasta manninum er ikki at undirmeta. Tí skal ársins fótbóltsmálverji kjósast í kvøld. Teir tríggir, sum hava fingið flestar atkvøður frá venjarum, liðformonnum og journalistum, hava allir tað til felags, at teir hava verið inni kring landsliðshitan. Teir eru:
Teitur M. Gestsson, HB
Tórður Thomsen, B36
Símun Rógvi Hansen, AB
Hvør av teimum trimum vinnur, verður kunngjørt á stórum Hvonn Live tiltaki í kvøld, sum verður sent beinleiðis av Hvonn í Havn og kann hoyrast beinleiðis á Rás2 frá klokkan 21.00.










