Liðskiparin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Pernille Brandenborg og hennara liðfelagar í Keypmannahavn spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini móti Sønderjyske.
Tað eydnaðist Keypmannahavn at vinna dystin 31-29. Í steðginum var støðan 19-15 til Keypmannahavn.
Pernille var effektiv. Hon fekk tvær málroyndir, og hon setti báðar í netið.
Keypmannahavn er nummar fimm í deildini við 22 stigum fyri 17 dystir.
Mikudagin klokkan 17.30 spælir Keypmannahavn dyst á útivølli móti Ikast-Herning.