Landsliðsleikari venur við aftur í B36

Eftir drúgvan skaðasteðg er landsliðsbakkur um at koma fyri seg

Undan kappingarársbyrjan í ár skifti føroyski landsliðsbakkurin, Jónas Tór Næs, til B36. Hann hevur tó ikki gjørt serliga nógv um seg í felagnum, tí at longu í øðrum leikumfari, hin 08. mars, fekk hann ein álvarsligan skaða í økslina, ið hevur hildið honum á síðulinjuni heilt inntil nú. Men nú er líkt til, at føroyski landsliðsleikarin skjótt verður at síggja á vøllinum aftur.

 

Seinastu tíðina hevur Jónas nevniliga vant á fullum føti við restina av hópinum hjá B36.

 

- Eg havi vant við síðani vit byrjaðu at venja aftur eftir summarsteðgin. Skaðin í øksluni hjá mær er soleiðis, at eg stig fyri stig havi vant meira og meira við, og nú eri eg skjótt við at koma heilt fyri meg, sigur Jónas Tór Næs við in.fo

 

Fyrsti landskappingardystur hjá B36 verður spældur ólavsøkuaftan ímóti ÍF á nýggja graslíkinum í Gundadali. Jónas dugir tó ikki at siga, um hann er við í hópinum tá.

 

- Tað er ein góður spurningur, um eg eri klárur at spæla dyst tá. Nú fari eg at koyra eyka á meg sjálvan tær síðstu venjingarnar fyri at síggja, hvat skaðin hjá mær heldur til. Men eg vil siga, at tað er ein møguleiki fyri, at eg eri við, men tó er tað ikki vist, sigur Jónas Tór Næs at enda.

 

Jónas Tór Næs náddi bara at spæla tríggjar dystir fyri B36, áðrenn hann varð álvarsliga skaddur. Ein stórsteypadyst og tveir landskappingardystir. Harafturat hevur Jónas umboðað føroyska landsliðið 40 ferðir.