Tá Víkinga leikarin Hallur Hansson sunnudagin fekk gult kort í dystinum móti ÍF, var tað samstundis eisini tað 5 gula kortið hjá Halluri Hansson.
Sostatt skal Hallur Hansson sita uttanfyri við leikbannið fríggjakvøldið, tá Víkingur á heimavølli skal spæla grannauppgerð móti NSÍ.
Hallur Hansson hevur annars leikt allar minuttirnar á Víkinga liðnum hinar dystirnar, síðani skifti hjá honum úr danska felagnum AaB.
Hallur Hansson er tó ikki fyrsti leikari hetta kappingarárið til at sita uttanfyri við leikbannið. 5 aðrir leikarar hava higartil sitið uttanfyri við reyðum kortið.
Teir eru Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi, Gunnar Christiansen úr KÍ, Bogi Reinert Petersen úr ÍF, Mads Rosenberg úr B68 og Sørin N. Samuelsen úr AB.