Í kvøld klokkan 19.45 byrjar HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Ísrael á Tórsvølli.
FM1 ger nógv burturúr í dag.
Millum klokkan 15.10 og klokkan 17 verður upptakt frá studionum í Krosslíð, har Tróndur Arge fær vitjan av Agnari Prestá og Símuni Samuelsen, ið á sinni skoraði móti Ísrael niðri í Tel Aviv.
Klokkan 18 verður sett niðan á Tórsvøll har reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig er staddur. Seinni verður Tróndur Arge við, og tá klokkan nærkast 19.45 fer Tróndur at byrja frásøgn sína.
Aftaná dystin verður sendingini "Triði Hálvleikur" við samrøðum við landsliðsspælarar og venjara.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo