(Beinleiðis á Rás2) Eftir steypafinaluna í kvøld verður tíðindafundur, tá landsliðsvenjarin, Lars Olsen, tekur út teir spælararnar, ið skulu verða við móti Kasakstan og Týsklandi.
Tíðindafundurin verður klokkan áleið 22.15 í FSF-húsinum. Rás2 sendir beinleiðis frá fundinum. Verður longd leiktíð, so verður fundurin fluttur til steypafinalan er avgreidd.
Føroyska landsliðið skal spæla móti Kasakstan á útivølli 6. septembur og á heimavølli móti Týsklandi 10. septembur.









