Føroyska ferðalagið kom til finska høvuðsstaðin á middegi leygardagin. Eftir ein stuttan steðg á hotellinum, var venjing á skránni klokkan hálvgum seks seinnapartin.
Allir spælararnir eru væl fyri, sjálvt um teir júst hava verið ígjøgnum ein strævnan dyst ímóti norðurírum. Lagið í hópinum er eisini gott, og allir tykjast vera til reiðar at geva finnum ein skarpan gang komandi mánadag.
Finnar vóru eisini á vøllinum fríggjakvøldið. Í Grikkalandi eydnaðist teimum at vinna 1-0.
EM-undankappingardysturin millum Finnland og Føroyar byrjar klokkan 19:45. Rás2 sigur frá dystinum.










