Landsliðið í frælsum ítrótti vunnið medaljur í Íslandi

Hetta vikuskiftið hevur føroyska landsliðið í frælsum ítrótti luttikið í stórari kapping í Kópavogi

Hetta vikuskiftið hava 11 føroysk umboð fyri frælsan ítrótt luttikið í kapping í Íslandi. Føroysku íðkararnir vóru hesir: Tórur Mortensen, Rúni Seloy, Hanus Bergsson, Margit Weihe Frímundsdóttir, Hallur Simonsen, Edna Maria Debess, Rebekka Fuglø, Marna Egholm og Bjørk Herup Olsen.

 

Afturat hesum vóru Regin Thomsen og Hallur Holm eisini við í føroyska ferðalagnum, ið fór til Íslands fríggjadagin og kappaðist í Kópavogi leygar- og sunnudagin.

 

Leygardagin varð eitt nýtt føroyskt met sett, og harafturat fingu Føroyar eina gullmedalju hendan dagin. Margit Weihe Frímundsdóttir, ið luttók í longdarlopi hendan dagin, leyp 4,85 metrar, og tað er nýtt føroyskt met innanfyri longdarlop hjá kvinnum. Harafturat eydnaðist Rebekku Fuglø at vinna gullmedalju, tá ið hon rann 1500 metrar upp á 4 minuttir og 39 sekund. Hendan tíðin var 4 sekund frá føroyska metinum á teininum, sum Rebekka eisini eigur.

 

Sunnudagin eydnaðist tað Marnu Egholm at vinna á teininum 3000 metrar. Harafturat setti 16 ára gamli Tórur Mortensen nýtt persónligt met í trístøkki, tá ið tað eydnaðist honum at  leypa 13,57 metrar. 

 

Meira stendur at lesa um kappingina á heimasíðuni hjá frælsa ítróttinum, fif.fo.