Í dag fylti legendariski frásøgumaðurin og undirhaldarin, Heri Á. Simonsen fimmti. Hann hevur verið trúgvur ítróttarfrásøgumaður á Rás2, í Sosialinum, á in.fo, hjá B36 og ikki minst hjá landsliðunum.
Í dag hevur honbóltslandsliðið, sum er í kapping í Italia, heiðrað Hera Á. Simonsen - sum tit síggja við at trýsta á pílin á myndini.
Og her er heilsanin til Hera frá starvsfeløgum í Miðlahúsinum:
----------
Heri Á. Simonsen fimmti
Í dag – fríggjadagin 12. januar fyllir kendi havnarmaðurin Heri Simonsen í Havn 50 ár.
Heri er kendur sum skemtari, hermari og undirhaldari og sum útvarpsvertur á Rás2. Hann skrivar greinar fyri in.fo, umframt at hann er kendur sum stadionspeakari hjá B36 og á Tórsvølli, tá landsdystir eru. Nógv minnast hann eisini frá sendingunum »Loynimyndir« í Sjónvarpinum í 1994 – og mong munnu hava upplivað Hera herma í veitslum. Eisini kryddar hann javnan facebook við stuttligum og orðkringum viðmerkingum.
Heri er havnarmaður. Hann er føddur í 1968 í Esbjerg, sonur Ingu, f. Gunnarsson, úr Havn, og Árna Simonsen, sála, úr Fuglafirði. Frá 1969¬70 búði familjan í Runavík og frá 1970-75 í Havn. Tey búðu í Manitsoq í Grønlandi frá 1975 til 1978, tá tey fluttu aftur til Havnar.
Eftir loknan barnaskúla og framhaldsdeild á Venjingarskúlanum og í Grønlandi, tók Heri HF-prógv í Hoydølum í 1986.
Fyrst í 90-unum var hann á málskúla í Onglandi og á háskúla í Danmark. Frá 1995-96 gekk hann á Norðurlendska Fólkaháskúlanum í Kungälv í Svøríki og á Medieháskúlanum í Kristiansand í Noregi frá 1996-97.
Heri hevur arbeitt sum postmaður í Havn í tveimum tíðarskeiðum, frá 1987-1994 og frá 1997-2007. Hann var álitismaður og varaálitismaður hjá postboðsbólkinum í Havn í fleiri ár og var eisini fyrsti tiltakslimur og virkandi nevndarlimur í nevndini hjá Føroya Postfelag í nøkur ár.
Í føroyskum fótbólti er tað B36, sum stendur hansara hjarta næst og í enskum fótbólti er tað Machester United. Hann er ein av stovnarunum av føroyska fjepparafelagnum hjá Machester United.
Hjá okkum starvsfeløgum í Miðlahúsinum er Heri ein hollur, góður og hjartaligur vinur. Stuttligur er Heri sum fáur – og ómetaligu góðu evnini at herma koma mangan til sjóndar á arbeiðsplássinum, bæði í gaman og álvara.
Góði Heri! Vit starvsfelagar ynskja tær so hjartaliga tillukku við teimum hálvthundrað í dag og bestu eydnu framyvir, frægi vinur okkara!
Heilsan starvsfelagar