Norðlýsið skrivaði um vikuskiftið, at Claus Rasmussen skal venja klaksvíkingar næsta kappingarár. Hann er framman undan landsliðsvenjari hjá kvinnum. Team Klaksvík fekk bara tvey stig í fyrstu royndini millum teir bestu.
– Tað verður neyðugt at styrkja hópin nakað, men vit halda fast um grundstammuna av ungum leikarum, sum longu eru í Klaksvík, sigur hann við nordlysid.fo.
Fríðin Ziskason, formaður, sigur við Norðlýsið, at fleiri spælarar verða knýttir at hópinum.
– Í fyrstu atløgu styrkja vit hópin við nøkrum føroyskum leikarum, men vit umhugsa eisini útlendingar. Tað er ikki nøktandi at liggja í botninum av deildini, men vit hava lært eina rúgvu í ár, sigur hann.
Claus Rasmussen hevur fyrr verið venjari hjá StÍF og Neistanum.