1. desember
Hjalgrím Elttør hevur gjørt av, at hann eisini komandi árið fer at spæla við KÍ.
FCK leggur fram ársroknskapin. 22 milliónir er yvirskotið.
4. desember
Jónleif Sólsker hevur endaliga játtað, at hann tekur við sum venjari hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti.
Fram er aftur á odda í flogbóltskappingin, men ÍF á øðrum plássi hevur ein dyst færri,
Hjá kvinnunum fær TB aftur gongd á, tá tær vinna á ÍF, men nú tykjast klaksvíkskvinnur veruliga at hava funnið stevið.
Í kvinnuhondbólti vinnur Stjørnan, soleiðis at bert tvey stig eru upp til VÍF, áðrenn oddaliði kemur á vitjan. Hjá monnunum vinnur VÍF trygt á Kyndli.
Havnar Talvfelag vinnur stórt á Vestmanna, og er nú á øðrum plássinum í kappingini. Hálvt stig aftan fyri Klaksvíkina.
EM-undanakappingin fyri U-21 lið í manshondbólti verður í Føroyum. Umframt Føroyar eru Russland, Cypern og Jugoslavia í bólkinum. Dystirnir verða helst leiktir mei mánaði.
5. desember
Flogbóltssambandið ger av, at dysturin millum Fleyr og ÍF skal spælast umaftur, eftir at Fleyr hevur kært eina dómaraavgerð.
Jens Erik Rasmussen, sum hevur leikt við Leiftri, fer komandi árið at virka sum leikandi hjálparvenjari hjá FS Vágum.
Bill Justinussen fer komandi árið at verða hjálparvenjari hjá Jógvani Martin Olsen í NSÍ.
6. desember
FCK tapir aftur í útidystinum móti Borussia Dortmund, og aftur hesa ferð er úrslitið 1-0.
7. desember
Súni Merkistein gevur út bók um HM-undankappingina í fótbólti 2000/2001.
Bæði í hond- og flogbólti er spenningurin stórur undan vikuskiftinum. Í Klaksvík spæla Stjørnan og VÍF oddadyst í kvinnuhondbólti, meðan Fram og SÍ spæla toppdyst í mansflogbólti.
11. desember
Hanna Dalsgaard av Argjum gerst Miss Galaxy Føroyar, tá hon er einasti av føroysku luttakarunum, sum megnar at fullføra allar greinarnar, tá altjóða kapping er í Høllini á Hálsi.
Fleyr leggur seg á odda í flogbóltskappingini, tá teir vinna oddadystin í Sørvági. Hjá kvinnunum er Mjølnir um at tapa á Kambsdali, men tær fáa tó vent dystinum móti ÍF til egnan fyrimun.
VÍF-kvinnurnar vinna útidystin á Stjørnuni, og strykja harvið um oddastøðuna. Samstundis tapir VB heldur óvæntað í Havn fyri Kyndli.
Hjá monnunum vinna bæði Neistin og VÍF aftur hetta vikuskiftið.
12. desember
Janus M. Joensen, Palli Augustinussen, Tór-Ingar Akselsen og Pól Næs Joensen eru allir nýggir í landsliðshópinum, sum Jógvan Martin Olsen tekur út til venjingarleguna á Cypern komandi vár. Enn er tó ikki avgjørt, hvør verður nýggjur landsliðsvenjari.
FSF hevur ásett leikdagarnar fyri komandi kappingarár. Landskappingin byrjar ætlandi fyrsta vikuskiftið í mei.
13. desember
Stjørnan hevur óvæntaðar trupulleikar, men vinnur kortini eftir longda leiktíð í 1/4-finaluni í steypakappingini á StÍF.
14. desember
Neistamenninir tryggja sær atgongd til hálvfinaluna, tá teir basa grannunum úr Kyndli. Serligt við dystinum er annars, at dómarapar úr Kyndli dømir, og hetta birtur undir kjakið um, at ov fáir hondbóltsdómarar eru.
Eisini H71 tryggjar sín hálvfinalusess, tá teir vinna tepurt á næst bestu neistamonnunum.
Hjá kvinnunum ger VÍF bart, tá tær vinna sína 1/4-finalu ímóti Tjaldri.
Fótbóltsárbókin kemur út 10. árið á rað.
B86 verður komandi árið styrkt í álopspartinum. Danskur áleypari skal avloysa Súna Fríða Johannesen.
15. desember
Seinastu dystirnir í grundspælinum i flogbóltskappingini skulu leikast um vikuskiftið.
Í hondbóltinum verður bíðað við spenningi, nú VÍF og Neistin tørna saman í Vestmanna.
18. desember
Í meistaradeildini hjá monnum er púrasta javnt, nú farið verður undir endaspælið, eftir at Fleyr vinnur grannauppgerðina ímóti SÍ. Hjá kvinnunum halda TB og Mjølnir fast um kósina móti tindunum.
Oddadysturin í manshondbólti verður avlýstur, men í kvinnudeildini ger VÍF bart móti Neistanum, og tá Stjørnan samstundis tapir í Vági, tykist kvinnukappingin longu avgjørd, hóast grundspælið enn ikki er liðugt.
Uni Arge legst afturat teimum 24 leikarunum, sum upprunaliga vórðu úttiknir til venjingarleguna hjá landsliðnum.
19. desember
Stjørnukvinnurnar megna kanska ikki at taka VÍF aftur, men tær hava so gjørt nakað, sum eingin annar hevur. Nú ber til at keypa ein myndakalendara, sum verður prýddur av klaksvíkskvinnunum.
HSF ger av, at útsetti oddadysturin millum VÍF og Neistan skal spælast 9. januar.
20. desember
Bridge Sambandið hevur gjørt avtalu við Svend Novrup um, at hesin skal gerast landsliðsvenjari hjá Føroyum.
NSÍ setur 32 ára gamla Áka Andreasen í starv sum samskipara hjá felagnum.
Jónleif Sólsker hevur tikið fyrsta bruttohópin út til kvinnulandsliðið í hondbólti.
21. desember
Heldur óvæntað missa menninir úr Vestmanna stig móti H71, soleiðis at støðan gerst enn spentari í hondbóltsoddinum.
Heðin á Lakjuni hevur enn ikki gjørt av, hvar fótbóltsframtíðin liggur. Her heima liggja bæði KÍ og B36 framvið.
22. desember
Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, gevur ilt av sær, nú formaðurin í grunninum fyri Tórsvøll tosar um stórar útbyggingar til bæði gistingarhús og matstovur við leikvøllin.
28. desember
Neistin vinnur stórsigur á KÍF, og úrslitið inniber, at nú er púrasta javnt í oddinum. Eisini málmunurin er hin sami sum hjá vestmenningum.
Menninir hjá Fleyr tapa púra óvæntað fyri ÍF, og SÍ er aftur á odda, eftir at teir finna heimadystin á SÍ.
TB hevur fingið tilgongd av Gudrid Nolsøe, men avrikið er lítið sannførandi, tá tær vinna 3-1 á Drátti.
Hondbóltskvinnurnar hjá megna ikki at gera nakað við Neistan, sum vinnur dystin um triðja plássið í grundspælinum.










