Landsliðsvenjari settur

Hondbóltssambandið hevur gjørt avtalu við danan, Lars Nedergaard, um at venja føroyska mansliðið í hondbólti komandi tvey árini

 

Hondbóltur


Tað hevur leingi ljóðað, at nýggjur landsliðsvenjari var funnin til føroyska manslandsliðið í hondbólti, og fríggjadagin í farnu viku kundi HSF so bjóða til tíðindafund, har samstarvið millum partarnar varð almannakunngjørt.


Ikki nýggjur

Talan er um danan, Lars Nedergaard, og hóast talan soleiðis er um útlendskan venjara, so er talan ikki um nakran ókunnugan mann í føroyskum hondbólti. Lars Nedergaard hevur føroyska konu, og fyri nøkrum árum síðani var hann í starvi sum høvuðsvenjari hjá VÍF, og hevði hann tá millum annað ábyrgdina av fleiri av teimum leikarum, sum í dag gera um seg á besta mansliðnum í landinum.

Umframt venjaraavtaluna við Lars Nedergaard hevur HSF eisini gjørt avtalu við Frank Petersen. Hesin er annars í starvi sum fysiskur venjari hjá danska hondbóltssambandinum, og tað er fyrst og fremst í hesum sambandi, at avtalan er gjørd.

Hetta við væntandi fysiskari venjing var annars eisini nakað, sum varð havt á loftið, tá mansliðið fyri einum ári síðani spældi tríggjar EM-undankappingardystir, og í samrøðu við Útvarpið fríggjdagin legði nýggi landsliðsvenjarin eisini áherslu á tørvin á hesum. Ein tørvur, sum ætlandi skal loysast í einum langsiktaðum samstarvi við ymsu feløgini kring landið.


Avbjóðingar

Síðani tað varð greitt, at eingir altjóða dystir hjá landsliðnum verða á skránni fyrr enn komandi ár, hevur ein hin størsti spurningurin verið, hvussu verður við avbjóðingum hjá landsliðnum.

Enn tykist hetta heldur ikki vera heilt greitt, og einasta, sum kann sigast við vissu er, at liðið fer at taka lut í EM-undankappingini um tvey ár. Fram til ta tíð verður so sjálvandi eisini neyðugt við øðrum avbjóðingum, og sum skilst, so verður eisini arbeitt við, at liðið kann fáa nakrar dystir.

Eisini verða regluliga venjingar hildnar, og við Útvarpið segði Lars Nedergaard, at talan helst fer at verða mánaðarligar landsliðssavningar, har talan verður um bæði venjing og fysiskar royndir av ymsum slag.


Jónleif til kvinnurnar

Tað er tó ikki bert á manssíðuni, at HSF hevur leitið eftir landsliðsvenjara. Sum vit hava skilt tað, var ætlanin eisini, at nýggjur venjari hjá kvinnulandsliðnum skuldi setast formliga í starv fríggjadagin, men allir smálutir hesum viðvíkjandi eru tó ikki komnir upp á pláss enn.

Venjarin, sum talan hevur verið um í hesum føri, er núverandi Kyndilsvenjarin, Jónleif Sólsker, og væntandi verður tað eisini hann, sum verður settur í starvi, men hetta kann so ikki staðfestast, fyrr enn partarnir hava fingið pappír upp á hvønn annan.

Hjá kvinnulandsliðnum er somuleiðis eitt sindur ivasamt, hvussu verður við avbjóðingum fram il EM-undankappingina í 2003. Møguliga verður liðið teknað til sonevndu Challenge-Cup kappingina, sum er ein hondbóltskapping fyri tær heldur veikaru hondbóltstjóðirnar, men heldur ikki her er nakað endaliga fastlagt enn.