Ein kendur viðmerkjar í Portugal vil verða við, at landsliðsvenjarin Carlos Quieroz leyp á hann á flogvøllinum í Lisabon um vikuskiftið. Sambært Baptista komu hann og Queiroz at keglast, og tað endaði við, at landsliðsvenjarin leyp á hann. Venjarin sigur sjálvur, at hann hevur kent viðmerkjaran í 20 ár, og teir hava greitt ósemjuna teirra millum. Hann viðgongur, at teir skeldaðust og koyrdu undir hvønn annan.