Landsliðsvenjarar í hondbóltstímanum á FM1 í dag klokkan 15.00

Ágúst Jóhansson, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, Sonni Larsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum og Pole Hansen verða at hoyra í hondbóltstimanum í dag klokkan 15.00 FM1

Hondbóltstímin í Sportboxini á FM1 í dag fer at snúgva seg um landsliðini.

Kvinnulandsliðið spældi mikukvøldið ímóti Póllandi og spæla ímóti Rumenia í Havn sunnudagin klokkan 17.00

Ágúst Jóhansson, landsliðsvenjari kemur at práta um hetta.

Síðani kemur Sonni Larsen at práta um manslandsliðið, sum fyrireikar seg til undan-undankapping í januar.

At enda kemur Pole Hansen at práta føroyskan hondbólt. Pole Hansen sá millum annað StÍF tapa 31-17 ímóti H71, fýra dagar eftir at StÍF vann 39-29 á Kyndli.

Lurtarar kunnu seta spurningar og viðmerkingar til landsliðsvenjarar, vertir og serfrøðingar við at senda tekstboð á 559999