Fróði Benjaminsen spælir eftir øllum at døma við Víkingi komandi kappingarár. Sum skilst, so hevur hann tikið avgerð um ikki at halda fram í HB og venur við Víkingi í kvøld.
Landsliðsmiðvallarin hevur síðani 2008 spældi við HB, men boðaði undan kappingarinum í fjør frá, at hann legði fótbóltsskógvarnar á hillina. Hann tók tær av aftur, og spældi í fjør bæði fyri HB og á landsliðnum.
Nú er hann fluttur inn á Strendur og hevur sum skilst boðað HB frá, at hann ikki heldur fram í felagnum. Tað ljóðar fyri vist, at hann hevur gjørt avtalu við Víking fyri komandi kappingarár.
Tilgongdin av 39 ára gamla miðvallaranum, sum eisini kann spæla í miðverjuni, gevur eisini meining. Heðin Hansen er farin til HB, meðan miðverjin Erling Jacobsen er skaddur í eina tíð.
Her kann Fróði Benjaminsen traðka til í miðverjuni fram til apríl, tá hann skal av landinum í útbúgvingarørindum. Somuleiðis fyllur hann plássið á miðjuni hjá Heðini Hansen. Ein miðvøllur, sum frammanundan er mannaður av Hans Jørgen Djurhuus, Sorin Anghel og Sølva Vatnhamar.