1. DEILD DANMARK
Vikuskiftið var gott hjá feløgunum í næstbestu donsku deildini, sum hava føroyskar landsliðsspælarar á liðnum. Fremad Amager og Frem vunnu á heimavølli, og Horsens vann á útivølli.
Aftur hesa ferð var bara ein av trimum landsliðsspælarum á liðnum hjá Fremad Amager. Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør vóru als ikki úttiknir. Andrew av Fløtum var á vølllinum allar 90 minuttirnar. 1.177 áskoðarar vóru í Sundby Idrætspark, og tað er eitt høgt tal, tá ið havt verður í huga, at talan er um næstbestu deildina. B93 helt tørn, inntil tað restaðu átjan minuttir. Í síðsta minutti staðfesti Thomas Lundby 2-0 heimasigurin. Hann hevði eisini skorað fyrra málið.
Lagið er gott í Valby. Frem hevur vunnið tær seinastu ferðirnar, og hesa ferð vóru 1.488 eygnavitni, tá ið teir á heimavølli vunnu 1-0 móti SønderjyskE, sum hevur stórar ætlanir um aftur at flyta upp í bestu deildina, og sum hevur nýtt nógvar pengar fyri at brynja seg væl. Jón Rói Jacobsen var enn eina ferð tryggur miðverji hjá Frem, sum skoraði einasta málið, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.
Longu leygardagin vóru Horsens og Johan Byrial Hansen á Fyn og spældu móti botnliðnum, Dalum. Horsens vann 3-2, og harvið eru teir á triðja plássinum. Frem er næstovast, og HIK er framvegis fremst. Hesa ferð megnaðu teir kortini ikki meiri enn málleysan javnleik á heimavølli, tá ið Fredericia vitjaði.
Vejle er framvegis frammarlaga, men hesa ferð taptu teir 3-1 á heimavølli móti Køge.