Landsliðsmálverjin hjá Liktinstein gerst aðalskrivari

Virgar Hvidbro og hinir fótbóltsaðalskrivararnir í Europa hava fingið ein serligan starvsfelaga í Liktinstein

Síðani Liktinstein kom regluliga uppí altjóða fótbólt í 1993 hevur pinkulítla fjallalandið, ið liggur millum Sveis og Eysturríki havt tvær stórar fótbóltshetjur.

 

Onnur hetjan hevur verið áleyparin, Mario Frick sum spældi 125 landsdystir fyri Liktinstein millum 1993 og 2015, og skoraði 16 mál fyri Liktinstein. 

 

Hin stóra hetjan er 36 ára gamli Peter Jehle, ið longu 16 ára gamal gjørdist A-landsliðsmálverji fyri Liktinstein. Hesi farnu 20 árini hevur Peter Jehle spælt ikki færri enn 132 landsdystir fyri Liktinstein.

 

Í dag sleptu liktinsteinska fótbóltssambandið og Peter Jehle einari bumbu. Peter Jehle gevst á landsliðnum fyri at taka við starvinum sum aðalskrivari í liktinsteinska fótbóltssambandinum.

 

So Virgar Hvidbro og hinir aðalskrivararnir hjá UEFA-limalondinum hava fingið ein heilt serligan starvsfelaga við einari heilt serligari søgu.

 

Fimm ferðir spældi Peter Jehle venjingardyst ímóti Føroyum, og tapti allar fimm venjingardystirnar ávikavist 0-1, 0-1, 1-3, 2-3 og 0-3.

 

Ein flott yrkisleið er endað á vøllinum, og ein onnur er nú byrjað uttanfyri vøllin.