Landsliðsmálverji doyði sum flóttafólk

Málverjin hjá gambiska kvinnulandsliðnum í fótbólti lat lív, tá báturin, hon var við, sakk á ferðini um Miðjarðarhavið.

19 ára gamla Fatim Jawara, málmaður á gambiska kvinnulandsliðlum í fótbólti, lat lív á ferð síni um Miðjarðarhavið í farna mánaði. Tað skrivar enska blaðið The Guardian í dag.

 

Unga kvinnan úr fátæka afrikanska landinum hevði sum so mong onnur, valt at royna eydnuna í Evropa. Í septembur legði hon leiðina norður gjøgnum Sahara til libýsku strondina, haðani hon var farin við einum báti, sum smuglaði flóttafólk til Evropa, har vónin um eitt betri lív bíðaði.

 

Fleiri enn 3.300 flóttafólk eru druknaði í Miðjarðarhavinum í ár, sambært altjóða felagsskapum.

 

Fatim Jawara spældi sín fyrsta landsdyst fyri Gambia fyri einum ári síðani, í einum vinardysti móti einum liði úr Glasgow. Í hesum fyrsta dystinum bjargaði hon millum annað einum brotssparki.

 

- Vit syrgja í hesi løtu, tí hetta er ein svárur missur fyri landsliðið og tjóðina, sigur Lamin Kabba Bajo, forseti í gambiska fótbóltssambandinum.

 

Hóast Gambia er eitt av minstu londunum í Afrika, við einans 1,8 milliónum íbúgvum, eru gambisku flóttafólkini sera nógv í tali. Einans úr trimum øðrum londum eru fleiri flóttafólk komin til Italia seinasta árið. 

 

Í farnu viku valdi Gambia at taka sín stuðul til altjóða krígsdómstólin aftur og vísti millum annað til tað hópdráp av ungum afrikanskum flóttafólkum, sum fór fram á strondunum í Evropa. Gambiska stjórnin kallar tað eitt rasistiskt fólkamorð, tá evropisku stjórnirnar ikki vilja rætta hond frá síðu fyri at verja flóttafólkini, ið fara um Miðjarðarhavið.

 

Mett verður, at 60 prosent av gambiska fólkinum livur í fátækadømi.