Landsliðsleikari skiftir til B68

Tá Pauli Poulsen varð kunngjørdur sum nýggjur høvuðsvenjari á Svangaskarði í kvøld, var eisini avdúkað, at B68 hevur skrivað undir sáttmála við føroyskan landsliðsleikara.

 

Tað er runavíkingurin Einar Hansen, sum nú fer at royna seg á Toftum.

 

23 ára gamli Einar Hansen hevur verið partur av besta mansliðnum hjá NSÍ síðani 2004. Vongverjin hevur eisini havt virknan lut á føroyska fótbóltslandsliðnum seinastu árini.

 

Komandi kappingarár fer runavíkingurin somuleiðis at spæla undir leiðslu av Paula Poulsen - hesaferð í B68.