Landsliðsleikarar fáa ov vánaliga viðgerð

- Rógvi Jacobsen hevur skotið 10 mál á føroyska landsliðnum, sum svarar til, at hann hevði skotið 100 mál fyri landsliðið hjá Norður-Írlandi. Hann hevur átt týðandi leiklut á landsliðnum í fleiri ár. Hann hevur sitið uttan fyri í eitt ár, tí hann hevur verið skaddur. Um hann hevði verið knýttur at einum yrkisfelagi uttanlands, hevði hann fingið nógv betri viðgerð, og hann hevði helst verið tøkur aftur eftir trimum mánaðum, segði Brian Kerr á tíðindafundi seinnapartin.

 

Tað er sama støða við Súna Olsen, sum neyvan hevði verið skaddur í fleiri enn átta vikur.

 

Sum dømi nevndi hann Gunnar Nielsen, sum altíð hevur fingið viðgerð frá læknunum í Manchester City og Tranmere Rovers.

 

- Hann kemur skjótari fyri seg, enn føroyingar, sum spæla í heimligu kappingin, segði landsliðsvenjarin.

 

Símun Samuelsen og Jóhan Troest Davidsen vóru ikki við fríggjakvøldið vegna skaða. Teir verða væntandi tøkir í morgin.