Tað er nú greitt hvør verður venjari hjá B68 komandi kappingarár. Á ársveitslu í kvøld hevur B68 kunngjørt, at legendan í felagnum, Øssur Hansen, verður venjari komandi kappingarár.
Øssur Hansen spældi sín fyrsta dyst í best deildini sum bara 16 ára gamli í 1987. Hann hevur spælt 430 dystir og skotið 98 mál fyri besta liðið hjá B68. Hann hevur eisini verið at sæð í venjaratoyminum seinnu árini.
Øssur Hansen spældi 51 dystir á landsliðnum og skoraði tvey mál. Og hvør minnist ikki málið, tá hann við beinleiðis frísparki javnaði í evstu løtu móti Slovenia á Svangaskarði. Hitt málið skoraði hann í 1997 upp á brotsspark, tá Føroyar vunnu 2-1 Malta á útivølli.
B68 var eitt mál og stutt frá at yvirliva í Effodeildini og skal tí spæla í næstbestu deildini komandi kappingarár.
Mynd: Øssur Hansen skjýtur útjavnandi málið móti Slovenia upp á beinleiðis fríspark










