Landsliðshópurin verður úttikin í kvøld

Skaðar seta sín dám á møguleikarnar hjá Sonna Larsen og Dia Midjord, áðrenn undankappingardystirnar í Luksemborg um tvær vikur

Føroyska manslandsliðið í hondbólti skal undir fyrsta stigið í HM-undankappingini í januar.

Sí eisini:

Føroyar drógu Litava, Slovakia og Luksemburg

Sonni væntar beinharða undanundankapping (FM1)

Føroyar spæla ímóti Litava, Slovakia og Luksemborg í døgunum 10. 11. og 12. januar. Vinnarin av hesi kapping fer víðari til næsta stig, sum verður leikt í apríl.

Ein bruttohópur hevur vant saman seinastu dagarnar, og í kvøld verða endaligu avgerðirnar tiknar um, hvørjir teir 16 leikararnir eru, sum skulu royna at spæla Føroyar víðari.

Sí eisini:

23 leikarar í bruttohópinum til HM-undankapping

Hondbóltsspælarar samlaðir millum jól og nýggjár

Undir øllum umstøðum er greitt, at Filip Jojic ikki verður við. Sonni Larsen, landsliðsvenjari, sigur við in.fo, at tað hevur verið greitt í eina tíð, at stórskjúttin úr Vestmanna ikki fær neyðugu pappírini í lag áðrenn hesar dystirnar. Kortini hevur Filip Jojic vant við. Tað sigur venjarin vera við tí fyri eyga, at hann kann spæla landsdystir seinni í ár.

Sí eisini: Filip vónar at kunna spæla fyri Føroyar skjótt

Yvirhøvur hevur hópurin eisini verið darvaður av skaðum - bæði stórum og smáum.

Sí eisini: Áki skaddur - Ikki tøkur til landsdystirnar

Tí kunnu væntast onkrar broytingar í hópinum, sum verður úttikin í kvøld. Sonni Larsen, landsliðsvenjari, sigur við in.fo, at ítrottarliga kundi tað verið ein fyrimunur at tikið fleiri enn 16 leikarar við til Luksemborg, men tað ber ikki til av fíggjarliga ávum.

Og tað virðir og skilir venjarin til fulnar, greiðir hann frá fyri in.fo

Skráin fyri undankappingina í Luksemborg er hendan:

10. januar: Føroyar - Litava

11. januar: Føroyar - Slovakia

12. januar: Føroyar - Luksemborg

FM1 sigur beinleiðis frá øllum trimum dystunum