Hondbóltur
Tann 24 og 25. november skal føroyska manslandsliðið aftur í altjóða dyst. Seinnu árini hevur tað verið langt millum altjóða avbjóðingarnar, og tí hevur tað verið trupult at fáa nakað veruligt landsliðsarbeiði ígongd, men í so máta er talan um nýggja byrjan hesaferð.
Enn eru allir smálutir ikki komnir upp á pláss, men sum skilst, so arbeiðir nevndin í Hondbóltssambandinum við eini miðvísari ætlan, har venjingardystir skulu spælast javnan, og har landsliðið eisini skal taka lut í undankappingunum til HM- og EM-endaspølini.
Eingin úr KÍF ella StÍF
Venjarar hjá manslandsliðnum eru Birgir Hansen og Kári Nielsen, sum seinnu árini hava fingið góð úrslit í Kyndli, og eftir nakrar samlingar hava teir nú gjørt av, hvørjir teir sekstan spælararnir eru, sum skulu við teimum á fyrstu landsliðsferðina.
Og her eru tað serliga Kyndil og VÍF, sum eiga sín part. Tey bæði liðini hava fimm spælarar hvør hópinum.. Merkisvert er eisini, at hvørki StÍF ella KÍF hava nakran spælara í hópinum.
Umframt Kára og Birgir verða Jákup Durhuus og Henrik Østergaard við á ferðini sum ávíkavist liðleiðari og fysioterapeutur, og sær landsliðshópurin soleiðis út:
Lars Black, Hans Áki Dal Christiansen, Rókur Akralíð, Hjalti M. Jacobsen og Janus Einar Sørensen úr Kyndli. Áki Mørk, Dann Thorleisson og Tróndur Kragesteen úr Neistanum. Eli Müller, Rói Lamhauge, Sámal Joensen, Regin Joensen og Jahn Zachariassen úr VÍF. Levi Nybo og Niels Viggo Niclassen úr H71 og Heini Joensen úr Team Helsingør.










