Landsliðsfjepparar møtast í Bowlinghøllini í Havn

(FM1) Hoyr Jóhan Ásmundsson, formann í Skansanum greiða frá

Trúgvu og drúgvu fjeppararnir hjá føroyska landsliðnum, Skansin gera nógv burturúr í samband við tann fyrsta EM-undankappingardystin ímóti Malta, ið byrjar klokkan 17.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr formannin í Skansanum, Jóhan Ásmundsson greiða frá tiltakinum sum verður í Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.

 

Jóhan Ásmundsson vónar, at Bowlinghøllin verður stúgvandi full.

 

Í samband við útidystirnar hjá landsliðnum ætlar Skansin at ferðast runt landið og hyggja eftir útidystunum. Týskvøldið verður farið til Runavíkar.