HB
Við frágongdini av Halli Danielsen, sum spældi sín seinasta dyst fyri besta HB liðið í ár, var greitt, at HB til komandi kappingarár miðjaði eftir at styrkja liðið við einum nýggjum høgra bakki.
Og skal farast eftir einum slíkum í Føroyum, so er tað væl nærliggjandi at fara eftir tí besta. Mortan úr Hørg hevur í ár fingið sítt veruliga gjøgnumbrot á plássinum, og eftir væl eydnaðu innskiftingina móti Kypros, hevur hann eisini verið fastur maður á plássinum í landsliðshøpi.
Tí er einki at ivast í, at hetta er ein spælari, sum HB kann fáa alstóra gleði av kropssterka sumbinginum tey bæði næstu árini. Og við hesum kann felagið eisini reypa av, at tey eiga sterkastu høgru-síðuna í Føroyum, nú Mortan úr Hørg og Jákup á Borg koma at røkja sessirnar her.
Hartil skrivaði HB eisini undir nýggjan tvey-ára sáttmála við Svenn F. Jacobsen. Svenn var mest sum eitt óskrivað blað í HB-høpi fram til í summar, men tá Rúni Nolsøe ikki fekk spælt við í dystinum móti ÍF í fyrru hálvu, tók ungi havnarmaðurin av. Longu fyrstu ferð, hann var við frá byrjan, varð hann besti maður á vøllinum, og samanlagt var hann á vøllinum í 21 av teimum 27 landskappingardystunum, sum HB spældi í ár. Als ikki so galið av einum nýbyrjara!








