Landsliðið kemur hóskvøldið til Ørebro og fríggjadagin verða teir fyrstu fýra dystirnir Norðurlandameistarakappingin byrjar fríggjadagin kl. 10 í Ørebro í Svøríki.
Føroyska landslið fór úr Føroyum hósmorgunin og er í Ørebro seint seinnapartin hósdagin.
Fyrsti dysturin er móti Norra.
Á liðnum fyrsta dystin verða Símun-Árni og Eyðun-Dia.
Longu fyrsta dystin sleppa pørini royna sínar verjumeldingar móti óvanligum bridgeleistum. Eitt norsk par spælir pólska kleyvara og eitt spælir ?Viking relé? og triðja par spælir eiina sera framkomnan hálitsleist. (3NT merkir ?sjálvspælandi majorlitur?, men Svend Novrup heldur, at tað er ein prentvilla....
Landsliðið er: Símun Lassaberg-Árni M. Dam, Eyðun Anthoniussen-Dia Jacobsen, Rúni Mouritsen-Bjarni Johansen. Øssur Winthereig NPC og Svend Novrup er venjari.








