Fótbóltur
Dysturin móti heimsmeistarunum var ein stór uppliving hjá føroysku spælarunum. Hjá Jón Róa mundi løtan tó kennast eyka stór, tí hetta var fyrsta ferðin í hálvtannað ár, at hann aftur spældi á landsliðnum.
- Ta tíðina, sum eg var skaddur, hevur tað alla tíðina verið eitt av mínum málum at sleppa aftur á landsliðið. Og tí var hetta ein deilig uppliving. At tað so skuldi verða móti Italia gjørdi bara løtuna eyka góða.
Nú er dystur aftur longu mikudagin. Eru fýra dagar nóg long tíð til at løða battaríini aftur?
- Tað haldi eg. Tað er jú fleiri ferðir í heimligu kappingini, at vit spæla sunnu- og mikudag, so tað eiga vit at klára. So fer tíðin at vísa, um eg sleppi at spæla aftur hesaferð.
Júst plássið hjá Jón Róa í miðverjuni er eitt av teimum, sum verður nevnt, tá rúm skal finnast fyri Fróða Benjaminsen. Men hetta er ein spurningur, sum spælarin sjálvur ikki vil nerta.
- Tit siga í øllum førum, at Fróði skal inn onkra staðni – og møguliga í miðverjuna. Men tað verður so Jógvan Martin, sum ger av, hvørjir spælarar spæla hvar, og tað hava vit sjálvandi eisini virðing fyri, sigur Jón Rói.