Landsliðið ætlar at vinna

– Fyri fýra árum síðani vunnu vit greitt á bæði Írlandi og Skotlandi, og tað ætla vit eisini at gera hesa ferð, sigur annar av venjarunum, Dia Midjord, nú manslandsliðið í hondbólti um vikuskiftið spælir við í trílandakapping í Dublin

Í morgun er manslandsliðið í hond­bólti farið av landinum við kós ímóti Dublin í Írlandi, har tað um vikuskiftið skal spæla tveir dystir í eini trílandakapping. Tann fyrri verður í kvøld klokkan 19 ímóti Skot­landi og tann seinni í annað­kvøld klokkan 18 ímóti Írlandi.
Føroyar vóru í oktober 2007 til Challenge Trophy-kapping í Luxem­bourg og møttu tá bæði Írlandi og Skotlandi. Ímóti írum gjørdist tað ein 46-21 sigur og ímóti skotum var úrslitið enn ógvusligari, tí tá vunnu Føroyar 58-19.
– Eg veit ikki, hvussu Írland og Skotland hava staðið seg síðani tá, men rokni við, at tey hava ment seg eitt sindur. Men eingin ivi er um, at vit ætla okkum at vinna báðar dystirnar greitt, sigur Dia Midjord, ið saman við Kára Nielsen tekur sær av at venja manslandsliðið.
Sjálv úrslitini eru eitt, men eisini er annað, ið hevur týdning hjá teimum báðum venjarunum í hes­um báðum dystunum í Dublin.
– Vit hava mannað liðið soleiðis, at vit hava eina ketu við yngri spælarum og eina við eldri. Hetta skal síggjast í ljósinum av, at vit innan fyri eitt til tvey ár koma at siga einum ættarliði av spælarum far­væl, samstundis sum eitt nýtt ættar­lið skal taka við, sigur Dia Midjord.
Báðir dystirnir á Írlandsferðini verða at síggja á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum, so fólk har kunnu fylgja við, hvussu leikur fer.