Landsliðið spælir á eystanstevnu

Verulig gongd tykist nú vera komin á landsliðsarbeiðið í hondbólti, og fríggjakvøldið fer A-landsliðið hjá monnum at spæla dyst móti einum pressuliði

Hondbóltur

Tað tykist, sum um landsliðsarbeiðið í hondbólti nú er komið í eina hampuliga fasta legu.
Eftir drúgvan steðg vorðu tríggir dystir leiktir tíðliga í fjør, men stóri spurningurin eftir hetta var, hvat nú skuldi henda. Palli Joensen, sum hevði ábyrgdina hesar fyrstu dystirnar, hevði ikki umstøður at halda fram, og ivasamt var eisini, hvussu var við framtíðar avbjóðingum hjá liðnum.

Gongd komin á
Í vetur setti HSF so danan, Lars Nedergaard, sum landsliðsvenjara, og hann hevur síðani hetta arbeitt við liðnum, tó at hann ikki alla tíðina hevur verið í Føroyum.
Nú fara fyrstu avbjóðingarnar hjá liðnum eisini at koma. Fyrsta altjóða royndin hjá nýggja venjaranum verður í Íslandi um eina góða vikum, tá teir á eini venjingarlegu eisini skulu royna seg móti íslendska U-21 landsliðnum.
Undan hesum skal liðið tó spæla ein dyst, og verður hesin í ítróttarhøllini í Runavík fríggjakvøldið kl. 20.00.
Mótstøðuliðið verður eitt samansett lið úr føroyskum manshondbólti, sum Sosialurin hevur tikið út, og hóast onkur avboð hava verið, so er helst talan um eitt lið, sum kann geva landsliðnum góða mótstøðu.
Sum nevnt, so fer landsliðið í komandi viku á venjingarlegu í Íslandi, og í mun til hópin, sum framgongur her á síðuni, so verða onkrar broytingar í hópinum til ta tíð.
Í málinum kemur Jens á Skipagøtu inn fyri Lars Black, og harumframt koma Martin Hummeland og Tróndur Joensen, sum saman við Jens búgva í Danmark við á ferðini. Og so verður eisini roknað við, at Bárður Brimvík, Áki Olsen og Halgir Dahl Olesen, sum allir dragast við skaðar, eru tøkir til venjingarleguna.